Innlandsísurin í Grønlandi bráðnar nógv skjótari enn hildið. Eitt tað besta prógvið um tað er, at tað eru fleiri vøtn og tjarnir og fleiri áir inni á ísinum. Tað sigur íslendski jarðfrøðingurin, Haraldur Sigurðsson, við Morgunblaðið.
Saman við tveimum øðrum hevur hann verið í Grønlandi og kannað viðurskiftini. Teir flugu við tyrlu uppi yvir ísinum, men teir vóru eisini niðri á ísinum og gjørdu kanningar (myndin).
Haraldur Sigurðsso sigur við blaðið, at ongastaðni á jørðini henda so stórar broytingar nú sum á grønlendska innlandsísinum. Har eru fleiri túsund vøtn, og mett verður, at nú er eitt vatn fyri hvørjar 33 ferkilometrar av tí økinum, sum er kannað.