Vátlig veitsla

Tá MTV Europe Music Awards var av, vóru fleiri ymiskar veitslur fyri tey kendastu

Fleiri av stjørnunum høvdu leigað sær diskotekir og náttklubbar, har tey hildu sínar egnu veitslur. Men harumframt var tað almenna afterpartyið, sum MTV skipaði fyri og her fór eingin tystur til hús. Sambært Metro Express serveraði MTV 3000 gløs av sjampanju, og í barrini vóru 10.000 fløskur av øl, 1000 fløskur av vodka, 300 fløskur av gin og 2.200 litrar av víni, stutt sagt meira enn nóg mikið til, at halda eina sera vátliga veitslu.