Vátir dagar fyri framman

Eitt brúgvalag nærkast í dag Føroyum av vestri og fer til mikukvøldið at liggja yvir landinum og hevur regn og vind við sær. Síðani trokar óstøðug luft seg inn frá vestri, men um vikuskiftið fara nýggj brúgvaløg fram við av vestri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av landsynningi ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn, seinni ælaveður meginpartin av døgninum. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum ella landsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og serliga fyrrapartin ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og lutfalsliga klárt veður og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin av landsynningi og um náttina verður stívt andøvsgul til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst sólglottar, men út á dagin skýggjað, men væntandi turt. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s sum spakuliga makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn og hitin um 8 stig. Um kvøldið og náttina snarar hann vindin í ein vestan. Tað klárar í og verður turt, men framvegis skýggjað. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan og landsynning og øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og út á dagin regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Seinni snarar hann vindin í ein vestan og tað klárar aftur í.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 ms, sum snarar í ein útsynning og øtlar nakað. Fyrst sólglottar og turt, seinni skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.