Vátaslettingur alla vikuna

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein landsynning eystan og leggur seg væntandi yvir Skotlandi í kvøld og í nátt. Brúgvaløg við regni haðani yvir Føroyar fer í ein yestan og hevur ælaveður við sær, møguliga vátasletting. Mikudagin fer lágtrýstið inn í Norðsjógvin og kaldari luft streymar inn yvir Føroyar av norðri. Hósdagin og fríggjadagin fer eitt lágtrýst framvið beint sunnan fyri Føroyar og køld luft streymar inn yvir okkum av norðri og landnyrðingi.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin fer í ein eystan og út á kvøldið í ein norðan. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin spakuliga makar og seinni lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl, seinni vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina fer í ein landnyrðing og eystan. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig.

 

Fríggjadagin

Hann veksur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, um 18 m/s, og harðar hvirlur. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin og sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 m/s, sum sunnudagin minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Regn ella ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin báðar dagarnar millum 2 og 5 stig.