Í juni 1971 var skipað fyri vísusangarastevnu í Føroyum til frama fyri Amnesty International.
Tey luttakandi vóru: Trille úr Danmark, Olle Adolphson úr Svøríki, Birgitte Grimstad úr Norra, limirnir í Ian Campbell FolkGroup úr Bretlandi: John Dunkerley, Brian Clask og systkini Lorna og Ian Campbell. Føroyski luttakarin var Herman Jacobsen, sáli, sum stendur uttast til vinstru á myndini.
Tilsamans fimm konsertir vórðu hildnar í Sørvági, Runavík og í Havn fyri umleið 1800 fólkum.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1971










