Kári Sverrisson, Palli Hansen, Hans J. Hansen og Niels Midjord fara at syngja. Tað er ikki so ofta, at hesin parturin av tónleikalívi okkara fer at ljóma í bygdini. Tó so, hevur hetta verið roynt fyrr, og hevur undirtøkan verið góð. Vónandi verður hetta eisini hesa ferð, at fólk fara at leggja sær leiðina í fimleikarhøllina hetta kvøldið og lurta eftir hesum góðu fólkasangarum.