Á konsertini fara Vísumenninir at framføra tættir og vísur, sum viðgera mong ymisk lívsins viðurskifti, heilt frá barnauppaling og grindadrápið til drykkjuskap Og sum vanligt verður skemtið oftast brúkt til at siga nakrar sannleikar samstundis. Eisini verða onkur løg hjá m.a. Bob Dylan og Leonard Cohen at hoyra, umframt skotskur og írskur fólkatónleikur.
Litríkir Vísumenn
Fólkatónleikarabólkurin Vísumenn er settir saman av ongum minni enn einum syngjandi gartnara, einum sera fleirstreingjaðum guittaristi og ein rødd, sum man vera kend av hvørjum mansbarni í Føroyum.
Høvuðsmaður í bólkinum er Hans Hjalti Skaale, kendur frá millum mongum øðrum Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Hans Hjalti kann av røttum sigast at vera skapandi bæði í sínum dagliga yrki sum lendisgartnari hjá Klaksvíkar Kommunu og í síni frítíð við sínum beinraknu og væl framførdu skemtitættum, sum hann skrivar saman við vinmanninum Andriasi Justesen. Hóast dúgliga hevur verið yrkt, spælt og sungið í mong ár, er enn eingin fløga komin, men sangir sum Ein tubbakstáttur og Sjey drykkjunætur hava verið nógv at hoyrt í útvarpinum.
Eyðun Nolsøe man vera best kendur sum bassisturin úr Hjarnar, men hevur verið við í fleiri øðrum samanhangum eisini. Millum annað hevur hann spælt nógv saman við Anfinni Nielsen og verið við í mongum studio upptøkum úr Pegasus. Eyðun er sera kringur instrumentalistur. Í Vísumonnum leikar hann mest á sera vælljómandi Martin guittara sín. Eisini spælir hann á tólvstreingjaða guittar, ukulelu og bass.
Karl Martin Samuelsen man vera kendur millum allar føroyingar sum ein hin fremsti sangarin í sínum ættarliði. Hann hevur sungið alt frá rock, popp yvir í klassiskt og sum kórsolistur. Karl Martin hevur verið at hoyrt á mongum plátu- og fløguútgávum, eitt nú: Hjarnar, JoKa og Karl Martin og Margreta. Við vísumonnum hevur hann rútmusektiónina um hendi umframt at hann syngur kór. Karl Martin syngur eisini fleiri av sínum meiri fólksligu sangum.
Til nøkur av løgunum hjá Vísumonnum spælir Jonna Sjúrðaberg floytu.
Konsertin við vísumonnum verður í LÍF húsinum leygarkvøldi 24. juni og byrjar kl. 19.30 stundisliga. Atgongumerki fáast til keyps í LÍF-húsinum undan konsertini. Kaffi og kaka verða at fáa. Aldursmark 14 ár.
Dystir allan dagin
Á árliga LÍF degnum leygardagin verða dystir spældir allan dagin. Tey yngstu liðini byrja klokkan 8.30. Klokkan 12 spæla 3. deildarliðini hjá LÍF og GÍ. Klokkan 15 verður so landskappingardystur í 1. deild millum LÍf og SÍ.
Eisini eru onnur tiltøk fyri børn á økinum við fótbóltsvøllin. Talan er til dømis um skreiðibreyt, hoppiborg, el-drivnir bilar, fiskidammur og leikatombola. Sum vanligt er LÍF-dagin verður møguleiki at keypa pizza og stoktar pylsur v. breyð.