Vísukvøld, karaoke og dansur í Glitni

Í kvøld verður vísukvøld í Glitni við skyldmonnunum Una R. Debess og Edvard Nyholm Debess, teir høvdu fyri nøkrum árum síðan bólkin Headache Blues Treo saman, og nú verður høvið at hoyra teir saman aftur.

Byrjað verður kl. 21.00 hóskvøldið. Fríggjakvøldið verður karaoke aftur á skránni, hetta er vorðin ein afturvendandi táttur fríggjakvøldini í Glitni, og kvøldini eru sambært fyrireikaranum væl vitjaði-
Leygarkvøldið spælir Bridge til dans.