Í vetur verður skipað fyri fleiri vísukvøldum í Kaffihúsinum í Havn.
Vísukvøldini bera heitið "Ein løta við tónleiki." Ein trubadurur syngur og spælir hvørja ferð og greiðir frá sínum tónleiki.
Higartil hava Stanley Samuelsen og Martin Joensen spælt í Kaffihúsinum, og hóskvøldið kl. 20.30 spælir Uni Arge.
Uni fer at spæla kendar og heilt nýggjar sangir. Seinni í hesum mánaðinum spælir Kári P. í Kaffihúsinum.
Teir, sum skipa fyri vísukvøldunum, eru Johnny í Grótinum, Bogi Andreassen og Magni á Lakjuni.