Vístur av landinum

Føroya rættur hevur seinnapartin dømdt ein íslendsing 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri hóttanir og fyri at hava brotið politihald. Maðurin varð haraftrat útvístur Hann hevði hótt ein bussførara við lívinum og somuleiðis ein gest á einum vertshúsi í Havn.

Tá ið hann í eitt heilt ár hevði ringt, sms-að, meylað og vitjað eina kvinnu, fekk hon í januar í ár nóg mikið og fekk politiið at geva manninum polititilhald. Honum varð álagt ikki á nakran hátt at seta seg í samband við kvinnuna.

Men hann gavst ikki og sendi henni fleiri meyl.

Tá fekk hon nóg mikið og meldaði, eins og teir báðir menninir eisini gjørdu.

Maðurin legði líka í, um hann varð útvístur, men tey beyð honum nógv ímóti at skula gista eina nátt aftrat í Mjørkadali.

Í morgin fer hann við flogfarinum til Íslands.