Vístu myndir av gíslum

Í næstan tveir mánaðir hava tríggir italiumenn sitið gíslar í Irak, og mikukvøldið vísti arabiska sjónvarpsstøðin Al-Jazeera eina sjónbandsupptøku av teimum trimum monnunum. Upptøkan var frá 31. mai.

Á bandinum greiddi ein av gíslunum frá, at teir hava verið væl viðfarnir, síðani teir vórðu tiknir, og at teir høvdu tað gott. Ein av burturflytarunum segði á bandinum, at italska stjórnin eigur at hugsa um, hvat kann henda teimum trimum monnunum. Hann bað italska fólkið mótmæla krígnum í Irak og fordøma amerikanska forsetan og ta italsku stjórnina.

Gíslarnir vóru upprunaliga fýra, men burturflytararnir beindu fyri tí fjórða, eftir at italska stjórnin hevur sýtt fyri at taka teir 2.700 italsku hermenninar í Irak. Bara USA og Bretland hava fleiri hermenn har.