Arabiska sjónvarpið Al-Jazeera vísti í gjárkvøldið myndir av amerikonsku tíðindakvinnuni Jill Carroll, sum hvarv í Bagdad tann 7. januar. Saman við myndunum var eitt bræv frá burturflytarunum, sum krevja, at allar kvinnur, sum sita fangar í Irak, skulu latast leysar. Ger USA ikki sítt til, at kravið verður eftirlíkað, verður Jill Carroll tikin av døgum, stóð í brævinum.
Tann 28 ára gamla tíðindakvinnan hevur arbeitt sum sjálvstøðug, men var farin til Irak at skriva fyri The Christian Science Monitor. Tann 7. januar varð hon burturflutt í einum býarparti í Bagdad. Ein irakskur tíðindamaður, sum varð saman við henni, bleiv eisini burturfluttur, og hann varð seinni funnin myrdur.
Síðani hevur eingin frætt nakað frá Jill Carroll fyrr enn nú, men Al-Jazeera vil ikki siga, hvør gav støðini myndirnar og brævið.