Vístu moral

Hóast hann var eitt sindur harmur um, at tað heldur ikki hesaferð eydnaðist at vinna á heimavølli, so helt Egil á Bø, at EB/Streymur kundi taka nógv positivt við sær úr dystinum.
- Vit høvdu umskipað liðið nakað, og tann parturin riggaði hampuliga væl. Ikki minst var Teitur Joensen óførur á miðvøllinum, nú hann endiliga er við aftur, og málið hjá honum var eitt flott punktum fyri hansara avriki.
- Men fyrst og fremst, so haldi eg, at vit hesaferð sýndu góðan moral. Bæði á Sevmýri og í Havn hava vit teir báðar seinastu dystirnar verið væl við, til hinir hava skorað. Men so eru vit farnir so dyggiliga niður við høvdinum. Tað hendi so ikki hesaferð, hóast vit tvær ferðir eru aftanfyri, og tað kunnu vit í øllum førum brúka til nakað, helt Egil.
Um úrtøkuna fyrstu sjey dystirnar heldur Egil, at tann parturin kundi væl verið betri.
- Tríggir heimadystir uttan sigur, er ikki nóg gott. Tað er í øllum førum skjótt at staðfesta. Hinvegin hava vit heldur ikki tapt, og sum vit plaga at taka til, so skulu vit bara hava hol á. So verða vit ikki til at steðga, sigur Egil á Bø at enda.