Eftirspælið í samband við manningarviðurskiftini á Anitu gevur eina mynd av, hvussu reglurnar skulu tulkast, um so er at eitt reiðarí velur at manna eitt føroyskt fiskiskip við útlendingum.
Útlendingamál eru danskt málsøki, meðan føroyska Útlendingastovan fær øll mál til ummælis.
- Niðurstøðan í hesum máli er, at kemur eitt fiskiskip í føroyska havn meira enn 10 til 15 ferðir um árið, so skulu útlendingar umborð hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, staðfestir Ken Nónklett, leiðari á Útlendingastovuni.
Definitiónin “at koma í føroyska havn” skal í hesum føri skiljast í rættuliga breiðum týdningi. Tað er til dømis ikki nóg mikið hjá einum fiskiskipi at sigla inn móti landi og skifta manning við einum sonevdum mobbáti, fyri á tann hátt at umganga reglurnar.
Hóast útmeldingarnar eftir niðurstøðuna hjá Udlændingestyrelsen í Danmark í ítøkiliga málinum við Anitu hava verið ymiskar og onkur hevur undrast á hesa definitión, so er einki nýtt undir sólini í somáta, sambært ákæruvaldinum.
- Henda reglan hevur verið alment kend í áravís. Vit hava enntá eitt umleið 10 ára gamalt mál, har útlendingar við føroyskum fiskiskipi eru útvístir vegna manglandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi, júst tí at skipið kom ov ofta í føroyska havn, sigur Linda Hesselberg, ákæri.
Ken Nónklett og Linda Hesselberg vísa bæði á, at tað er ein orsøk til at elastik er í skipanini og talið kann sveiggja frá 10 til 15. Hetta kemst av, at myndugleikarnir skulu í hvørjum einstøkum føri hava frælsi til at meta um ítøkiligu støðuna hjá tí fiskiskipi, sum talan er um.
Kunnu søkja
Indonesarnir vórðu sendir av landinum at kalla beinanvegin, tað varð staðfest, at teirra formligu viðurskifti ikki vóru í lagi. Teir fóru av landinum, so skjótt løgreglan var liðug við sínar avhoyringar.
- Teimum stendur tó frítt at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi her. Tað krevur, at teir hava eitt ítøkiligt arbeiðstilboð at vísa á, sigur Ken Nónklett og heldur fram:
- Meginreglan er tá, at vit skulu fáa upplýsingar um lønar- og setanarviðurskifti hjá teimum.
Eitt arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá einum indonesiskum fiskimanni, sum mynstrar við føroyskum fiskiskipi, gevur tó ikki av sær sjálvum honum rætt til pengar úr Trygdargrunninum.
- Nei, tað merkir tað ikki. Trygdargrunnurin krevur bústað og fulla skattskyldu í Føroyum, og harumframt sigur kunngerðin fyri grunnin, at fiskimaður skal vera løntur sambært føroyskum sáttmála, staðfestir Hanni Thomsen, deildarleiðari hjá Trygdargrunninum.
FAKTA
Avgerðin um støðuna útlendingum við føroyskum fiskiskipum byggir á grein-13 í útlendingalógini
§ 13. Udlændinge skal have arbejdstilladelse på Færøerne for at tage lønnet eller ulønnet beskæftigelse, for at udøve selvstændig erhvervsvirksomhed eller for mod eller uden vederlag at udføre tjenesteydelser på Færøerne. Arbejdstilladelse kræves tillige til beskæftigelse på færøsk registreret skib, der som led i rutefart eller i øvrigt regelmæssigt ankommer til færøsk havn.
Í ítøkiliga málinum við Anitu er tað síðsti setningurin í grein-13, sum Udlændingestyrelsen velir at tulka sum 10 til 15 ferðir síðsta árið.
Ofta hevur verið víst á, at skip skulu kunna koma í føroyska havn 26 ferðir um árið, uttan at manningin skal hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Men tá verður ítøkiliga sipað til grein-34, stk.4 í útlendingakunngerðini, sum neyvt snýr seg um farmaskip. Ella, sum kunngerðin er orðað, “personale på færøske lastskibe i international trafik.”