Vísti samkenslu fyri teim deyðu

Fyri fyrstu ferð síðan álopið á Pearl Harbour hevur ein japanskur forsætismálaráðharri vitjað minnisvarðan fyri teim deyðu

Fyri fyrstu ferð hevur ein sitandi forsætismálaráðharri í Japan vitjað staðið til minnis um teirra, ið doyðu í álopinum á Pearl Harbour fyri 75 árum síðani.

 

Hetta hendi tá sitandi forsætismálaráðharri í Japan, Shinzo Abe, vitjaði minnisvarðan um hernaðarstøðina á Pearl Harbour saman við amerikanska forsetanum Barack Obama.

 

Japan leyp á amerikonsku hernaðarstøðina á Hawaii fyri 75 árum síðani. Amerikumenn vórðu ikki klárir uppá álopið og yvir 2400 amerikanar mistu lívið í álopinum. Umleið helvtin av teimum deyðu vórðu umborð á USS Arizona og líkini av teim flestu eru enn umborð á skipinum, ið liggur á havsins botni.

 

USA svaraði seinni aftur við at sleppa tveimum kjarnorkubumbum yvir japonsku býirnar Hiroshima og Nagasaki, har eini 150.000 fólk lótu lív.

 

Barack Obama vitjaði herfyri Hiroshima, sum tann fyrsti sitandi amerikanski forsetin.

 

Vitjanirnar verða sæddar sum eitt stig á leiðini hjá tjóðunum báðum. Hóast tað hevur hvørgan enn givið eina almenna umbering fyri álopini, men bert víst samkenslu fyri teimum, ið lótu lív.