Tá ið løgtingið í gjáramorgunin skuldi avgera, um Eyðun Viderø kundi taka sæti á tingi, fyri John Petersen, sum hevur sagt tingsessin frá sær, hendi nakað heilt óvanligt.
Tað var ein løgtingmaður, sum atkvøddi ímóti, at Eyðun Viderø slapp á ting.
Atkvøðuna átti Hendrik Old, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkinum.
Hendrik Old sigur, at tað var ein heilt ávís orsøk til at hann atkvøddi ímóti, at Eyðun Viderø fekk sæti á tingi.
Eyðun Viderø er limur í formansskapinum hjá løgtinginum.
? Eg atkvøddi ímóti fyri á tann hátt at vísa mína ónøgd við arbeiðslagið hjá formansskapinum í tinginum, og eisini við leiklutin hjá Eyðuni Viderø, sigur Hendrik Old.
? Formansskapurin í tinginum, íroknað Eyðun Viderø, hevur havt eina so ússaliga støðu mótvegis mær, at eg føldi meg noyddan at vísa mína ónøgd, sigur javnaðartingmaðurin.
? Men vit tingmenn hava ikki so nógvar møguleikar at vísa okkara misnøgd.
? So tá ið eg fekk hendan møguleikan, tók eg hann.
? Tað var orsøkin til, at eg atkvøddi ímóti at Eyðun Viderø fekk sæti á tingi.
Hendrik Old leggur afturat, at tað hevur púra onki við hitt málið at gera, nevniliga tað, at John Petersen hevur sagt sessin frá sær, ella orsøkirnar til tað.
Fekk onki at vita
Hendrik Old sigur, at tað, sum hann er serliga argur inn á formansskapin í tinginum um, er arbeiðslagið, tá ið kostnaðarendurgjaldið hjá nøkrum tingmonnum var til viðgerðar.
? Tað, sum eg eri sera misnøgdur við, er, at formansskapurin vil ikki geva mær innlit í míni egnu viðurskifti, sigur Hendrik Old.
? Formansskapurin bað løgtingsskrivsstovuna um eina meting av mínum viðurskiftum. Niðurstøðan hjá Løgtingsskrivstovuni er, at míni viðurskifti eru ílagi.
? Hendrik Old sigur, at hetta hevur onki at gera við spurningin um sjálvt kostnaðarendurgjaldið.
? Hetta er eitt prinsippmál um at eg, eins og øll onnur, má hava sjalvsagdan rætt til at fáa innlit í míni egnu viðurskifti.
Hann sigur, at hann bað Løgtingsskrivstovuna um eitt avrit av svarinum til formansskapin. Men hon svaraði, at niðurstøðan varð bara latin tí, sum hevði biðið um hana, nevniliga formannsskapinum.
Men formansskapurin sigur seg ikki hava viðgjørt nakað og vísir annars til tagnarskylduna.
Og tað er hetta, sum Hendrik Old heldur verða heilt burturvið.
? Tað er ófatiligt, at eg ikki kann fáa innlit í míni egnu viðurskifti, ikki minst tá ið fjølmiðlarnir kunnu fáa tað.
Løgtingsmaðurin heldur, at tað hevur týdning at tann grundreglan verður vird, at ein altíð kann fáa innlit í síni egnu viðurskifti. Hetta er grundleggjandi ímóti míni rættarkenslu og tað má eg mótmæla, sigur hann.