Um orsøkin var ov nógvur hiti ella ovfarakæti, sigur søgan onki um. Í øllum førum hevði ein ungur maður trongd til at lufta kastellurnar sunnumorgunin, og tað skuldi ganga útyvir politiið. Hann gjørdi ikki matari enn at hála buksurnar niðurum og at vísa reyv fyri politinum, sum gjørdi bart og handtók hann beinanvegin. Hann angraði ljótu gerðina, men fær kortini bót fyri ósømiligan atburð, sum er brot á politiviðtøkurnar.