Vísitalið fyri makrel vaksið

Vísitalið fyri svartkjaft er óbroyt, men talið fyri makrel og norðhavssild er voksið.

Yvirlitstrolingarnar vísa, at talið á makrelið er voksið við 85 prosentum síðan í fjør. Havstovan leggur tó aftrat, at hetta talið skal takast við fyrivarni, tí í 2018 minkaði vísitalið við 40 prosentum, og um hugt verður eftir vísitalinum fyri seinastu fleiri árini, so er talið rættiliga støðugt burtursæð frá árinum í fjør.

Havstovan sigur, at seinastu árini eru útbreiðslan av makreli broytt nakað. Minni er av makreli í vestaru økjunum, meðan meira av makreli er í Norskahavinum. So at siga einki er av makreli við Grønland, meðan meira er at fáa um okkara leiðir og norðanfyri. Fleiri árgangir eru væl umboðaðir í stovninum – millum annað árgangirnir frá 2016 og 2017, og hetta bendir á góða tilgongd, sigur Havstovan.

Fyri norðhavssild er vísitalið hækkað við 7 prosentum í 2019, og tað er nakað tað sama, sum kanningarnar vístu í mei mánaða.

Vísitalið fyri svartkjaft var óbroytt frá í fjør, og hetta er 11 prosent lægri enn í 2017. Svartkjaftur var at síggja í so at siga øllum kanningarøkinum, burtursæð frá økjunum við køldum sjógvi í Eysturgrønlandi og norðan fyri Ísland.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Grønlandi. Finnur Fríði var leigaður til føroysku kanningarnar, sigur Havstovan.