Fyrrverandi konan hjá John Lennon, Yoko Ono, vísir nú eina mynd av brillunum hjá Beatles-legenduni, fyri at gera vart við vápnakjakið í USA.
- Fleiri enn 1.057.000 fólk eru dripin við vápnum í USA, síðani John Lennon varð skotin og dripin 8. desember 1980, skrivar Yoko Ono á twitter saman við sterku myndini.
Við hesum traðkar konan hjá dripnu superstjørnuni við einum stigi beint inn í kjakið, sum í seinastuni hevur leika aftur og fram í amerikansku miðlunum, eftir fleiri drápilig skúlaskjóraríir, har næmingar og lærarar eru dripnir.
- 31.537 verða skotin og dripin hvørt einasta ár í USA. Vit eru um at gera okkara vakra land til eitt krígsøki, ávarar Yoko Ono.