Vísindi og frásøgn

   

Vísindafólk tosa í nógvum førm eitt mál, sum vanligi leikmaðurin hevur ilt við at skilja. Hetta er kanska ikki nakar trupulleiki, tá vísindafólk lata frágreiðingar sínar til fólk, sum eru von við at lesa slíkt, men skulu frágreiðingarnar eisini vera skilligar hjá vanligum fólki, verður talan ofta um trupulleikar.

Í nútíðarsamfelagnum hevur formidling fingið alsamt øktan týdning í gerandisdegnum. Eisini hjá vísindafólki er tørvurin um at kunna onnur um úrslitini av gransking øktur. Bæði tá einstaki granskarin skal kunna sín stovn um úrslit síni, men eisini tá granskarin og/ella stovnurin skal lata úrslitini út tvørtur um fakmørk ella til almenningin.

Við hesum fyri eyga fór Fróðskaparsetur Føroya á heysti í fjør undir skeið um formidling, har endamálið var at læra næmingarnar tey grundleggjandi tingini um formidling og samskifti sum heild. Við støði í almennari ástøði um formidling og við venjingum annars skuldu næmingarnir læra, hvussu hesi á ein fangandi og áhugaverdan hátt bera síni úrslit fram fyri ymiskum móttakarum. Tað var Bjørt Samuelsen, journalistur, sum á frálíkan hátt stóð fyri skeiðnum.

Undir hesum varð serligur dentur lagdur á sonevndu populervísindaliga partin, og komandi átta leygardagarnar fær lesarin her í blaðnum møguleika at staðfesta, í hvønn mun frálæran hevur eydnast. Átta av teimum uppgávum, sum vórðu skrivaðar í samband við skeiðið, verða nevnliga prentað komandi leygardagsbløðini, og er talan um greinar, sum sjálvsagt fyrst og fremst eru vísindaliga grundaðar, men sum samstundis eru skrivaðar á slíkan hátt, at hetta er bæði skilligt og fangandi hjá vanligum leikfólki.

Í fyrstu greinini, sum er prentað í blaðnum í dag, er tað Eyðfinn Magnussen, sum skrivar um, hvussu tað ikki altíð er nakar fyrimunur at vera størstur í náttúruni og serliga í sjónum. Ikki óvæntað er tað eisini havið kring okkum, sum eigur størsta partin í greinarøðini, og koma vit er at frætta um, hvussu fiskur ferðast, um serskóltar í sjónum og hvussu æti í sjónum er grundarlag fyri tilfeinginum kring okkum. Rúm er tó eisini fyri øðrum evnum, og koma vit seinni at frætta meira um fyribrigdið við oman- og skriðulopum, umframt eina burgbarabakteriu, sum kann vera heilt vandamikil.
?????????????
sosialurin