Her kanst tú sígg ja skránna fyri komandi Vísindavøkuna, tú kanst melda til ymsu framløg urnar, sígg ja tíðindi og leita í
savninum av tilfari frá undan farnu árunum. Alt er ikki komið í savnið enn, men tað kemur.
Tá Vísindavøkan er í gongd frígg jadagin 6. november, fert tú at kunna fylgja øllum framløgum á beinleiðis stroyming. Nýtt tilfar verður eisini lagt út tá, millum annað nakrir stuttfilmar og
filmar, sum koma inn til kappingina fyri skúlanæmingar.
Far á vísindavøka.fo við tele fonini og set eitt bókamerki á, so hevur tú altíð síðuna tøka.
Adressur: vísindavøka.fo visindavoka.fo researchersnight.fo
##med2##