Klokkan 16 í dag byrjar vísindavøkan, sum Granskingarráðið skipar fyri. Tiltøk verða í Vágsbotni og um hesar leiðir, eins og á øllum søvnum í býnum. Vísindavøkan er partur av tiltakinum European Researchers? Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan.
Tiltakið verður hildið í býum kring alt Evropa - í stívliga 30 londum, í meira enn 250 býum og við fleiri enn 600 tiltøkum.
- Talan er um ein heilan hóp av ymiskum tiltøkum fyri bæði stór og smá. Hetta eru framløgur, framsýningar, royndir og rundvísingar.
Granskingarráðið, sum stendur aftanfyri vísindavøkuna og annars húsast í Vágsbotni, verður sjálvandi eisini við.
Tiltøk verða á fiskatorginum, í Perluni, og harafturat eru øll søvnini í Havn opin.
Tiltøkini byrja í dag klokkan 16 og hildið verður fram í morgin.
Granskingarráðið vísir til skránna á www.gransking.fo
- Øll eru hjartaliga vælkomin og fólk, sum ætla sær til onkur av tiltøkunum, eru eisini vælkomin at taka familju og vinfólk við sær, sigur Granskingarráðið.