Vísindamenn ákærdir fyri manndráp

Í Italia eru seks vísindamenn og ein fyrrverandi embætismaður ákærdir fyri óviljað manndráp, tí teir sambært ákæruritinum komu við skeivum upplýsingum um jarðskjálvtavandan í býnum L'Aquila fyri tveimum árum síðani.

Jarðskjálvtin, sum legði ein part av býnum í oyði, var 6,3 á Richterstiganum, og 309 fólk lótu lív.

Teir seinastu mánaðirnar undan skjálvtanum høvdu nógvir smáir skjálvtar verið í økinum. Myndugleikarnir bóðu seks vísindamenn kanna viðurskiftini, men teir søgdu seg ikki kunna siga við vissu, um nakar veruligur jarðskjálvti fór at koma. Kortini mæltu teir myndugleikunum til at herða byggireglurnar. Nú eru teir sjey menninir ákærdir fyri at hava latið skeivar upplýsingar um jarðskjálvtavandan.

Rættarmálið, sum byrjar í dag, hevur vakt stóran ans, og meiri enn 5.000 vísindafólk hava sent italska forsetanum, Giorgio Napolitano, eitt opið bræv, har tey styðja tey ákærdu. Millum teir ákærdu eru nakrir av teimum mest virdu jarðfrøðingunum í Italia, og teir kunnu fáa upp í 15 ára fongsul, verða teir dømdir sekir, skrivar Reuters.