Vísindalig ráðstevna um heilsu

Sunnudagin byrjar ein 5-daga long vísindalig ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Evnið er, hvussu umhvørvið í móðurlívi ávirkar heilsuna seinni í lívinum. Sjálvt um arvurin er tann sami, kunnu ymisk umhvørvi í móðurlívi hava við sær varandi broytingar í heilsustøðuni. Dømi um hetta eru dálkandi evni, men hinvegin eru eisini evni, sum kunnu virka gagnlig, til dømis fitisýrur. Umráðið er ógvuliga viðfevnt og hevur stóran og vaksandi áhuga millum granskarar.

Hetta skrivar Pál Weihe, yvirlækni, í tíðindaskrivi í sambandi við eina altjóða vísindaliga ráðstevnu, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum 20.-24. mai.

Pál Weihe sigur, at tað hevur eydnast at fáa nógvar vælkendar granskarar at koma til ráðstevnuna. Teir fara at greiða frá egnum granskingarúrslitium og fáa eisini høvi at kjakast við starvsfelagar um granskingarúrslit.

Luttakaratalið er á leið 200, og meginparturin kemur úr londum uttan fyri Norðanlond.

Vísindaliga ráðstevnan byrjar sunnudagin klokkan 16, har Jóannes Eidesgaard, løgmaður, setir ráðstevnuna.

Meiri kann lesast á: www.pptox.dk.