Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipaðu fyri almennari móttøku og tíðindafundi á Føroyamálsdeildini hósdagin 1. juli í sambandi við tríggjar nýggjar bókútgávur.
Tað er Føroya Fróðskaparfelag, sum hevur givið allar tríggjar bøkurnar út.
Turið Sigurðardóttir, lektari í bókmentafrøði hevur skrivað bókina: Bókmentasøgur - Greinasavn. Í bókini eru fimtan greinir um evni, sum fevna frá 18. til 20. øld. Flestu greinirnar hava staðið í ymsum tíðarritum tey seinastu umleið 15 árini. Greinirnar viðgera føroyskar bókmentir og mentan, m.a. út frá hugtøkum sum barokkur, klassisisma, upplýsing, romantikkur, modernisma og postmodernisma.
Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, og Hans Joensen, orðabókaritstjóri, hava ritstjórnað bókina Mál í mæti, sum er heiðursrit til Jóhan Hendrik W. Poulsen, professara, á sjeyti ára degnum. Í bókini er savn av greinum hansara skrivaðum í eitt fjøruti ára tíðarskeið.
Höskuldur Þráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris Svabo Hansen hava skriva nýggja føroyska mállæru Faroese - An Overview and Reference Grammar.
Fleiri talur vórðu hildnar á móttøkuni av t.d. Zakaris Svabo Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, og Turið Sigurðardóttir, sum eisini las upp úr síni bók.