Løgreglan í Føroyum minnir nú í tíðindaskrivi á, at skúlabyrjan nærkast,og at tað tí ræður um at vísa serligan ans í ferðsluni. Løgreglan ætlar sær at hava eyguni við, at fólk vísa ans í ferðsluni.
Komandi viku fara børnini aftur í skúla. Politiið heitir á øll, um at vísa størsta varsemi, soleiðis at børnini kunnu ferðast trygg í ferðsluni.
Forskúlabørnini og børnini, sum fara í 1. flokk, eru bæði lítil á vøkstri og óroynd í ferðsluni, tí er sera umráðandi at koyra við fyriliti.
Í samband við skúlabyrjan verður Politiið til staðar kring skúlarnar og ger kanningar. Politiið ger kanningarnar fyri at minna foreldur og aðrar bilførarar á at fylgja ferðslulógini við skúlarnar.
Serliga verður hugt eftir:
- ferð
- um børnini eru íbundin trygdarbelti og nýta rætta trygdarútgerð
- um førarin sjálvur er íbundin trygdarbelti
- um foreldur og avvarðandi minnast til at ansa líka væl eftir øðrum børnum, sum sínum egnu
Politiið vil við hesum ynskja øllum børnum og foreldrum í Føroyum eina trygga og góða skúlabyrjan, verður sagt í tíðindaskrivi.