Tá Ársins heiðurslønir vórðu handaðar til Ellu Müller, Birgir Enni og Amnesty International, Føroya deild, var gleðin ikki til at dylja yvir. Ella, Birgir og Amnesty eru øll ógvuliga ymisk. Tey vórðu í gjár øll heiðrað fyri sítt arbeiði innan tey ymsu økini, tey virka á. Men hóast ólík á so mongum økjum, vóru reaktiónirnar júst tær somu frá øllum, tá tey tóku ímóti heiðursbrævinum, blómutyssinum og stóra kekkinum frá Føroya Banka. Ella Müller var ikki sørt bilsin, at heiðurin sum Ársins kvinna fór til hennara. ? Hetta kom óvart á meg. Tað sum umræður, er at vísa umsorgan í verki, og at vera ein vaksin fyrimynd. Eg hugsi um ta umsorgan, vit eru uppvaksin við. Tað er ikki altíð, at tað er neyðugt at tosa um so øgiliga nógv. Bara eitt klemm er ofta nóg mikið, staðfesti Ella eftir handanina.
Birgir Enni var eisini ógvuliga fegin. ? Eg takki hjartaliga. Hetta er eitt yvirraskilsi, sum eg seti prís uppá, segði Birgir Enni sum tað fyrsta, tá hann fekk heiðursbrævið handað. Hann legði aftrat, at heiðurslønin gevur honum styrki at halda fram við virkseminum.
Annika Sølvará tók ímóti heiðursbrævinum til Amnesty: ? Tað er ikki hvønn dag, at so nógv ljós verður varpað á okkum, so eg má heldur gera mær dælt av tí, segði Annika Sølvará skemtandi. ? Okkara fremsta uppgáva er at varpa ljós á og skapa kjak, staðfesti forkvinnan í felagsskapinum, sum helt, at tá Amnesty nú fekk ársins kjakheiðursløn, so var arbeiði teirra nokk ikki av leið. ? Heiðurslønin er jú ikki til mín. Amnesty er so nógv; nevnd, skrivstova og so limirnir. Amnesty er eisini ein felagsskapur, har nógv fólk arbeiða virkið, tí er hetta ein kollektiv heiðursløn.