Minni enn 1% av føroya fólki hava skrivað undir, at ávísar átrúnaðarligar skriftir ? Bíblian ? ikki skulu verða grundarlag undir landsins lógum. Skulu so restin av føroyingum, 99% góðtaka tað? Ikki eg.
Bíblian er grundarlagið undir øllum, sum fer fram í kirkjum og samkomum í Føroyum.
Eg eri vælvitandi um, at ikki allir føroyingar eru umvendir, frelstir, føddir av nýggjum, ella hvat nú Bíblian kallar tað at vera ein kristin. Men flest allir føroyingar, um teir ikki hava skrivað tað í bløðunum, ganga inn fyri at tann kristna læran er røtt og at Bíblian er Guðs orð.
Vit síggja á listanum av undirskriftum, at nógv kend nøvn eru ímillum, fyri tað mesta menta fólk. Verður ikki sagt at: Kristindómur er mentan?
Strangt tikið siga tit at tjóðsangur okkara ? Tú alfagra land mítt ? ikki heilt gongur eftir tykkara vild. Triðja vers tosar um frelsufrið, um andans dóp, ið gevur kraft til at bera merkið, sum eyðkennir verkið; Jesusar deyða á krossinum. Og hetta varðveitir Føroyar okkara land.
Ynskja tit ikki eisini tað? Alt bygt á Bíbliuna.
Gera vit landsins lógir ímóti Guðs orði, kann krossins merki/verki, ikki varðveita Føroyar okkara land. Guðs verju kunnu vit sum land og sum einstaklingar velja ella vraka.









