Vísandi til Dag og viku hóskvøldið 14. september 2000

Oman fyri nevndu býráðslimir vilja við hesum krevja, at kallað verður inn til eykabýráðsfundar fyrst í komandi viku, soleiðis at allir býráðslimir kunnu fáa eina frágreiðing um, hvat gongur fyri seg viðvíkjandi við-gerð av SEV í Kommunusamskipan Føroya.

Tað verður harðliga átalað og er at harmast um, at Sjónvarp Føroya kann bera slík tíðindi um framtíðarætlan hjá SEV, uttan at býráðslimir eru vitandi ella kunnaðir um hesa ætlan. Fyri okkum er hetta nakað heilt nýtt, sum verður borið fram. Vit meta, at hetta er eitt sera stórt og týdningarmikið mál, sum sjálvandi eigur at verða viðgjørt í Tórshavnar Býráð, áðrenn nakað verður almannakunngjørt.

Spurningurin er, um býráðsformaðurin og býráðsskrivarin ikki eru farnir út um sínar heimildir í hesum máli?

Niðurstøða okkara er, at Kommunusamskipan Føroya og tygum sum býráðsformaður fyri Tórshavnar Býráð hava sera lítla virðing fyri borgarum í kommununi og okkum býráðslimum.


Vegna býráðsumboðini

hjá Sambandsflokkinum

Heðin Mortensen,

býráðslimur