Vísa ætlanini hjá Jenisi av Rana bakið

Hvørki samgonga ella andstøða í Løgtinginum stuðla ætlanini at stovna føroyska sendistovu í Ísrael - hvørki í Tel Aviv og hvaðna

minni í Jerusalem

Tað er ikki meiriluti í Løgtinginum fyri, at Føroyar fáa sendistovu í Ísrael.

Tað skrivar Sosialurin hetta vikuskiftið. Sosialurin hevur spurt øll løgtingsfólkini, hvat tey siga til ætlanina hjá Jenis av Rana at fáa eina føroyska sendistovu í Ísrael, antin í Tel Aviv, ella í Jerusalem

Úrslitið er, at ein meiriluti er ikki Løgtinginum fyri at stovna sendistovu í Ísrael. Og mótstøðan er enn harðari ímóti eini sendustovu í Jerusalem.

Tað var longu tá ið samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september, at Jenis av Rana boðaði frá, at ein føroysk sendistova í Ísrael skal sjálvsagt vera í Jerusalem.

Tá ið Sosialurin spurdu tingfólk, um tey halda, at føroysk sendistova skal setast á stovn í Ísrael, eru bara 11, sum svara »ja«. Av teimum eru 4 úr Fólkaflokkinum, 2 úr Miðflokkinum, 3 úr Sambandsflokkinum, 1 úr Sjálvstýrinum og 1 úr Tjóðveldi.

Hinvegin eru tað 13 løgtingslimir, sum siga beinleiðis nei. Av teimum er 1 úr Fólkaflokkinum, 2 úr Framsókn, 7 úr Javnaðarflokkinum, 1 úr Sambandsflokkinum og 2 úr Tjóðveldi.

Tá ið Sosialurin so spurdi, um føroysk sendistova skal setast á stovn í Jerusalem, er svarið enn greiðari, tí tá eru tað bara fýra tingfólk, sum svara »ja« Tað er 1 úr Fólkaflokkin, 1 úr Sjálvstýrisflokkinum og 2 úr Miðflokkinum.

Hinvegin eru tað heili 17 tinglimir, sum siga »Nei«, og tað er 1 úr Fólkaflokkinum, 2 úr Framsókn, 7 úr Javnaðarflokkinum, 2 úr Sambandsflokkinum og 5 úr Tjóðveldi.

Út frá hesum kann staðfestast, at føroysk sendistova hvørki verður sett á stovn í Jerusalem ella aðrastaðni í Ísrael – hóast tað stendur í samgonguskjalinum.

Í Sosialinum hetta vikuskifti ber til at síggja, hvat hvør av tinglimunum hava svara upp á spurningin um sendistovu í Ísrael.