Vísa íslendska lagnudystin í Vágsbotni

Øll íslendska tjóðin er rakt av fótbóltsfepri, nú landsliðið hjá grannunum fyri vestan hava ein realistiskan kjans at spæla seg víður úr EM-bólkinum, eftir at liðið hevur spælt tvær javnleikir higartil og liggur nummar tvey í bólkinum.


Fepurin hevur eisini smittað yvir á føroyingar, og hava hundraðtals av føroyingum savnast í Vágsbotni, tá Tórshavnar kommuna, Televarpið, Hvonn, Miðlahúsið og Ljóð-Tøkni hava skipað fyri sýning av dystunum á stórskíggja.


Føroyingar fáa so aftur møguleikan at stuðla grannunum, tá dysturin verður klokkan 17 í dag. Fyrireikararnir boða nevniliga frá, at stórskíggin verður settur upp aftur í Vágsbotni í dag, so at hann er klárur til dystin klokkan 17.


Einasta sum er neyðugt hjá Ísland í kvøld er at fáa ein javnleik, tá teir møta Eysturríki klokkan 17 í dag. Við einum javnleiki enda grannarnir á einum triðja plássi í bólkinum við trimum stigum og ein málúrtøku á null, ið er nokk til at tryggja víðari luttøku.


Um Ísland megnar at vinna dystin í kvøld, samstundis sum Portugal vinnur á Ungarn, so kann Ísland enda sum nummar eitt í bólkinum, um teirra úrslit er betri enn tað hjá Portugal.