Vísa samkenslu við íslendingum um alt Grønland

Í nærum hvørjum króki í Grønlandi tendra tey ljós í kvøld.

Tað byrjaði á facebook sum eitt hugskot um at savnast í Nuuk og tendra ljós, fyri at vísa samkenslu við íslendska fólkinum, nú Birna Brjánsdóttir er funnin deyð.

 

Men hugskotið fekk bein at ganga á, og varð ofta býtt á facebook. Úrslitið er, at um alt Grønland tenda tey ljós fyri at vísa samkenslu, skrivar sermitsiaq.gl.

 

Sermitsiaq er vitandi um, at tiltakið hevur breitt seg í hvussu er til hesi støð; Maniitsoq, Paamiut, Qaqortoq, Nanortalik, Nuuk, Uummannaq. Og í Tasiilaq sigst eisini eitt tiltak vera.