Vísa Pál í Páls Høll

OL-svimjingin hjá Páli Joensen verður víst á stórskíggja í heimbygdini.

Mangir føroyingar munnu bíða spentir eftir fríggjadegnum, tá ið svar verður at fáa um Pál Vitalis Joensen hesaferð man fara at svimja seg í OL-finaluna. Tá svimur Pál nevniliga innleiðandi umfar í 1.500m frísvimjing.


Nógv verður gjørt burturúr. Páls Høll bjóðar nú inn fyri almenninginum at fylgja við hvussu tað fer at gangast bygdamanni teirra í Rio de Janeiro.


Riðilin, sum Pál er í, er settur at loypa út í fríggjadagin kl.17.34. Sjálva tiltakið í Páls Høll byrjar kl.17.00.