Vísa ongum frá sær

Tað er ikki rætt, at Hotel Føroyar vísir fólki frá sær, sigur Áki Jespersen á Smyril Line í viðmerking til grein í blaðnum týsdagin

 

Ferðavinna

Í grein í blaðnum týsdagin varð sagt, at ferðafólk, sum komu til Hotel Føroyar og Vallarheimið Tórshavn, kundu risikera at verða burturvíst, um tey ikki vóru komin til Føroya við Norrønu.

Í greini týsdagin er onkur misskiljing komin fyri, og skal blaðmaðurin taka á seg, at eg eftir øllum at døma ikki havi skilt Áka Jespersen rætt.

Í greinini varð sagt, at ferðafólk, sum komu til Føroya við flogfari, kundu koma út fyri at verða avvíst á Hotel Føroyum og Vallaraheiminum Tórshavn, sum Smyril Line eigur, um tey ikki vóru komin til Føroya við Norrønu.

Hetta er ikki rætt skilt, sigur Áki Jespersen, ferðafólkaleiðari á Smyril Line, í viðmerking við Sosialiin.

Hann sigur, at hotellið setir øll pláss, sum ikki eru seld ein mánað fram í tíðina, leys. Sostatt er altíð møguleiki at fáa innivist á hotellinum, um ikki er fysiskt útselt, og allar sengur fullar, sigur hann.

Men fyri vallaraheimið er tað soleiðis, at bert verða hýst inn ferðandi sum koma við Norrönu. Tó er møguleiki hjá øðrum - tey sum á fakmáli verða nevnd walk-in - at bíleggja sær pláss sama dag sum tey koma, sigur Áki Jespersen.

Hetta er tó bert galdandi í summarsiglingarskeiðnum hjá Norrönu - aðrartíðir av árinum takað vit ímóti øllum bíleggingum.

Vit biða Smyril Line orskað misskiljingina og vænta hervið, at hon er rættað.