Sunnudagin 16. august fáa fólk høvi til at fara í bát og síggja alla
høvuðsstaðarkommununa, úr norðuri í suður. Tá siglir sluppin hjá Tórshavnar kommun, Westward Ho, úr Havn inn á Langasand í
Kollafirði, suður gjøgnum Nólsoyarfjørð, vestur um Hestoynna, út í Koltur og aftur á
Havnina.
Siglt verður av Høgukai í Havn kl 08:00 og inn á Langasand í Kollafirði, har
kollfirðingar kunnu koma umborð og verða við á ferðini, sum heldur fram av bryggjuni
á Langasandi kl 10:00 sunnumorgunin. Sluppin er út fyri Koltri kl 14:00, har
ferðafólkini verða sett í land við báti. Kl 17:00 verður farið úr Koltri, og
Westward Ho er aftur við Høgukai í Havn kl 19:00, har túrurin endar, sigur kommunan í tíðindaskrivi.
Kostnaðurin fyri túrin - suppu, smyrjibreyð og kaffi umborð, og gongutúr í Koltri
við bóndanum norðuri í Gerðum, heim í Hús - er kr 500. Børn, 12 ár og yngri, rinda
200 kr.
45 fólk sleppa við á sluppferðina úr norðuri í suður í Tórshavnar kommunu, sum í ár
fyllir 100. Áhugað kunnu tekna seg á telefon 214170.