Ein av mest hátíðarligu løtunum í fólkakirkjuni er, tá ið løgtingsfólk, landsstýrisfólk, prestar og onnur ganga skrúðgongu til gudstænastu í Havnar kirkju ólavsøkudag.
Stórur áhugi er fyri at vera við í hesari gudstænastu, men avmarkað er við plássi í Havnar kirkju.
Tí hava tey, sum standa fyri gudstænastuni, avgjørt, at ólavsøkugudstænastan í Havnar kirkju verður víst á stórskíggja í Vágsbotni.
- So kunnu tey, sum ikki sleppa inn í kirkjuna, sita á trappuni og fylgja við, verður sagt.