Vísa fram skúlan í Leirvík

Í morgin klokkan 16 verður skúlin í Leirvík vístur fram fyri almenninginum. Skúlin er bygdur út við tveimum skúlastovum, miðhøll og bókasavni. Uttanumøkið framman fyri nýggja útbygningin er somuleiðis gjørt. Umframt útbygging av skúlanum eru vindeyguni í 61- skúlanum skift út, og faldiveggur gjørdur millum stovurnar.

Lærarar, børn og onnur í skúlanum hava saknað eina miðhøll til tiltøk sum framførslur av ymiskum slagi, tónleiki, spæli og annað, men nú er komið á mál við hesum, og fara vit at vísa skúlan fram. Í sambandi við útbygging og umbygging av kommunalum bygningum hevur Eysturkommuna samtykt at brúka eitt prosent av kostnaðinum til listprýði.

Eysturkommuna hevur valt at brúka listakvinnuna Hansinu Iversen til listprýðingina í Leirvíkar skúla, tí ynski var at geva børnunum rúm og tíð til undran. Listin hjá Hansinu Iversen hevur ongan fasittlista, men setur heldur spurningar í staðin fyri at svara teimum. Og hon er bygd á eina djúpa og grundleggjandi undran, sum gevur børnunum møguleika at undrast.

Listakvinnan hevur strikað øll spor frá veruleikanum, hon hevur skilt alt týdningarleyst burtur úr myndini, og í staðin skapað eitt formkonsentrat. Við at halda fast í týdninginum av sambandinum ella samanspælinum millum linju og lit, noyðir hon okkum at avvísa hugmyndina um list sum eftirgerð, og í staðin verða vit tilvitað um reinar estetiskar hugleiðingar. Vit verða tilvitað um kjarnin í forminum, greiðu linjunar og dýpd litsins, og vit uppliva um somu stund tað kraftmikla, tað varisliga, andartakið og tað livandi.

Á skránni verða røður, framførslur hjá skúlabørnum eins og listakvinnan fær orðið og høvi verður – bæði hjá børnum og vaksnum - at fáa sær okkurt leskiligt. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Eysturkommuna.