Vísa eisini landsdyst á Strøget

Tað tykist, sum áhugin fyri landsdystinum millum Føroyar og Svøríki í annaðkvøld er rættiliga stórur millum føroyingar í Danmark.

 

Í hvussu er hava fleiri gjørt vart við, at tey vísa dystin beinleiðis.

 

Fyrr í dag boðaði Portalurin frá, at The Globe á Nørregade fer at vísa dystin beinleiðis og nú boðar The Irish Rover á Strøgnum frá, at eisini har ber til at síggja dystin.

 

Tað fer uttan iva at bera til at síggja dystin beinleiðis í øðrum býum í Danmark eisini.