Ávís tilvild ræður í umsitingini av fiskivinnuni

Í útgangsstøðinum verður føroyskur ríkisborgararættur skipaður, tá Føroyar gerast fullveldi, sigur sjálvstýrismálaráðharrin í svari til fyrispurning

Tørvur kundi verið á at orða ein yvirskipaðan politikk fyri fiskivinnuna, ið skapar greiðar karmar bæði á sjógvi og landi, heldur Arbeiðsgevarafelagið

Í seinasta tíðindabrævi frá Vinnuhúsinum verður sagt, at Vinnumálastýrið hevur orðað yvirskipaða politikkin sum stýrt verður eftir innan vinnugreinir sum t.d. havbúnaðin.

Hetta ger tað nógv einfaldari hjá vinnuni, og karmarnir eru kendir og støðugir. Eisini merkir hetta, at polittikarar og umsiting ikki uttan víðari kunnu bróta við tær meginreglur, ið settar eru, og sum vinnan hevur góðkent.

Nú oljuvinnan er við at taka seg upp, er eitt stórt arbeiði gjørt við at leggja greiðar karmar um hesa nýggju vinnu.


Yvirskipaðan politikk

Fiskivinnan er og verður okkara høvuðsvinna. Tí heldur Arbeiðsgevarafelagið, at tørvur kundi verið á at orða ein yvirskipaðan politik fyri fiskivinnuna, ið skapar greiðar karmar bæði á sjógvi og landi.

Nógvar ábendingar hava verið um, at ávís tilvild ræður innan umsitingina av fiskivinnuni, t.d. viðvíkjandi útskriving av fiskiloyvum. Áhugavert er at samanbera loyvispolitikkin í komandi oljuvinnuni, við tær kendu vinnurnar sum troyta náttúruríkidømi okkara.

Fyri at fáa eitt loyvi til leiting eftir olju, skulu virkir prógva dugnaskap, royndir og sínar ætlanir. Ilt er at síggja, at hugt verður eftir slíkum innan fiskivinnuna.