Vís nú samráðingarevni!

Oddagrein

 

Fryktast kann fyri, at nú verður aftur rok um orðadefinitiónir. Høgni Hoydal skal niður at samráðast við danska løgmálaráðharran um yvirtøku av eitt nú løgregluni. Lat tað fara, at man als ikki hevur gjøgnumhugsað tað praktiska í hesum, men ikki kann sigast, at man frá føroyskari síðu hevur viljað ført ein konstruktivan dialog á økinum. Politistafelagið er ímóti, at løgreglan skal yvirtakast, og er hetta ein álvarsspurningur, óansæð um man er samdur ella ei.


Hvat vil Høgni Hoydal fáa burturúr hesum samráðingum? Vil hann koma á mál, ella skal øsingin uppundir val skapast við hesum? Ikki kann sigast at semingsevnini hava verið góð í føroyskum politikki, og ilt er at síggja, at Høgni Hoydal skal verða ein størri diplomatur uttanfyri landoddarnar, enn hann er í Føroyum. Ein kann enntá frykta fyri tí øvugta, tá man eygleiðir tað orðklúgvarí, ið skuldi eitast at slíta fullveldissamráðingarnar við donsku stjórnina, hóast øll vita, at tað vóru pengarnir, ið tað snúði seg um.


Endar ferðin hjá Høgna Hoydal aftur í rok og brigsli um, at eingin annar dugir fólkarætt og altjóða mannagongdir enn føroyska tjóðveldisleiðslan, so var ferðin betur ógjørd. Ikki høvdu vit væntað at skullað sagt hetta, men tað tykist sum um, at sjálvt fólkaflokslandstýrismenn hava betri evni, at fremja yvirtøkur á sínum málsøkjum, og tað sigur ikki so lítið!


Gamaní leggja teir ikki so stóra vekt á tey uniformeraðu økini, sum Tjóðveldisflokkurin ger, men tung mál fyri eina sjóvinnutjóð sosum Skipasýnið tykjast koma undir land.


Eitt annað endamál við ferð Høgna Hoydals kann vera at cementera mytuna um danska ómøguligheit. Mytan um, at velja føroyingar eina loysn innanfyri ríkisfleagsskapin og grundlógina, so frásiga føroyingar sær allan sjálvsavgerðarrætt í allar ævir, tykist verða sera seiglívað. Henda myta, sum einans er grundað í undirbrotligheit vegna okkara eftirkomarar og ósmædnari yvirvurdering av teimum, ið ráða í hesum valskeiðnum, eigur at verða manað í jørðina einaferð med alla. Tað verður hon, tá nú vónandi ein loysn snikkað eftir fólksins vilja verður førd í lívið eftir komandi val.


Nógv kann oyðileggjast áðrenn tað við at skapa rok áðrenn valið. Høgni Hoydal hevur í dag møguleikan at gera hesa grein til skammar. Tað skal verða okkara vón, at hann ger tað við at fáa eitt gott hóvligt samráðingarúrslit uttan rok og briksl, tá hann nú tosar við Frank Jensen.