Tað eru nógvir føroyingar, sum árliga leita sær til útlandið á vørumessu fyri at keypa inn til handil ella fyritøku teirra. At síggja eitt stórt og breitt úrval, er bæði neyðugt og spennandi og gevur íblástur til framhaldandi virksemi.
Í ár er tó ikki neyðugt at leita sær uttanlands fyri at kunna fara á eina vørumesu. 4.?6. sept. í ár bjóða ikki færri enn 21 heilsølur, framleiðslu- og tænastuvirki til vørumessu í Havn, og úrvalið stendur onki aftan fyri tað, tú finnur í útlondum.
»Vørumessan ´98« verður í stóru veitsluhøllini á Hotel Føroyum. Vørumessan er fyri handlar, kioskir, frisørsalongir, stovnar, virkir og skrivstovur. Stigtakari til hetta sera spennandi tiltak er heilsølumaðurin Birgir Poulsen úr Saltangará. Hann hevur í fleiri ár hugsað um møguleikan fyri eini slíkari vørumessu og helt, at nú var tíðin búgvin til at hetta kundi gerast veruleiki.
Septembermánaði er vanliga ein strævin mánaði hjá handilsmonnum, tí henda mánaðin selja allar heilsølur sínar jólavørur, og nógvar jólasøluframsýningar eru tá at fara til, men í ár verður øðrvísi. Nú verður alt savnað undir einum taki, og hetta ger alt lættari og meira spennandi. Nú kanst tú spáka runt millum teir ymsu básarnar, síggja útboðið og kanska summa teg við eini góðari máltíð ella kaffimunni, áðrenn tú byrjar at bíleggja vørur til vetrarhálvárið og jólini. Ja, hví ikki gera hetta til ein hugnaligan innkeypstúr saman við starvsfólkunum, heldur Birgir fyri.
Umstøðurnar til eina slíka vørumessu eru av teimum bestu á Hotel Føroyum, og áhugin at verða við á Vørumessuni ?98 hevur verið sera stórur, sigur Birgir. Bert 14 dagar eftir at stig varð tikið til Vørumessuna ?98, var fullteknað, og spenningurin millum útstillararnar var stórur. Roknað verður við at umleið 90% av øllum teimum, sum vanliga hava samskifti við heilsølurnar, vilja vitja Vørumessuna ?98.
Birgir leggur afturat, at vøruúrvalið á vørumessuni er sera fjølbroytt og spennandi. Har verða m.a. gávulutir, jólavørur, parfumarí, hárprýði, húð- og hárrøkt, jólagóðgæti, tekstilvørur, leikur, matvørur, telefonsamskifti, teldur, arbeiðsklæðir, el-lutir, vørur til frisørsalongir og mangt, mangt annað.
Vørumessan ?98 letur upp fríggjamorgunin 4. sept. kl. 9.00 og verður sett av Jógvani við Keldu, býráðsformanni í Klaksvík. Opið verður fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, allar dagarnar frá kl. 9-21.
Ikki kann sigast annað, enn at Vørumessan ?98 er eitt hent tiltak til frama fyri føroyskt handils- og vinnulív, og Birgir vónar at hetta tiltak eydnast so mikið væl, at tað kann gerast eitt afturvendandi árligt tiltak.