Vørubilur á sjógv í Nólsoy

Eingin mansskaði hendi, tá ið ein vørubilur herfyri fór á sjógv í Nólsoy

Óhapp

Tað er tíbetur ikki vanligt, at ferðsluóhapp henda á útoyggjunum kring landið. Bilarnir eru fáir, og vegirnir smáir. Vanligastu akførini eru traktorar, og er handilsmaður í bygdini, hevur hann kanska ein lítlan vøruvogn til flutning niðan av bryggjuni ? og omanaftur við tómum fløskum.
Í Nólsoy eru tveir matvøruhandlar og kaffistova. Tí verður nakað av koyring aftur og fram, tá ið fraktdagur er við Rytuni.
Arbeitt hevur eisini verið við at bøta um og útbyggja havnalagið. Grótarmurin vestureftir er longdur, og nú verður nýggjur grótarmur lagdur út úr Kirkjutanganum.
Tað er RTS, Runavíkar Transportservice, sum stendur fyri hesum arbeiði, og meðan arbeitt hevur verið, hava tungir bilar koyrt oman úr Skálanum við gróti.

Bilur á sjógv

Ein dagin herfyri fór ein vøruvognur hjá RTS á sjógvin, men tíbetur stóðst eingin fólkaskaði av óhappinum.
Sum skilst, var hetta eitt hendiligt óhapp, har bilførarin helst hevði gloymt at hálað í hondbrremsuna, áðrenn farið varð út úr bilinum.
Vørubilurin fór út av bryggjukantinum beint frammanfyri bátin hjá Høgna Niclasen.
Sum skilst, eydnaðist tað RTS at fáa bilin uppaftur í øllum góðum.