Vóru við á risafestivali

Tónleikabólkurin Peachy Bounder úr Havn var í farna mánaða við á stórum ungdómsfestivali í Aalborg, har tilsamans 35.000 fólk vóru og lurtaðu

Tað eru ikki nógvir føroyskir tónleikarar, ið kunnu reypa av, at teir sum 15 ára gamlir hava tikið lut á tónleikafestivali, har ikki færri enn 35.000 áhoyrarar vóru og lýddu á mongu bólkarnar, men hetta kunnu limirnir í Peachy Bounder so gera.

Teir fýra limirnir í Peacy Bounder, Regin Dalsgaard, Sverri Nolsøe, Pauli Mikkelsen og Hans Erling Guttesen, eru ávikavist 15, 15, 17 og 18 ára gamlir, so ikki kann sigast annað, enn at hetta var ein verulig roynd fyri nakrar so ungar tónleikarar.


Vóru bjóðaðir við

Tað var av tilvild, at bólkurin kom við á ungdómstónleikarafestivalin. Onkur av limunum í bólkinum plagdi at ganga nokk so nógv á margarinfabrikkini, og hesir blivu einaferð tíðliga í heyst spurdir, um teir vistu nakran bólk, ið hevði hug til at taka lut á festivalinum, sum skuldi verða í januar mánaða í Aalborg. Tá var Peachy Bounder ikki stovnað, men tað var skjótt, so høvdu teir sett ein bólk saman og gjørdu seg klárar at fara avstað.

Miðvíst var vant fram til fráferðina, og so upprann tann stóra dagurin, tá ið leiðin hjá ungu monnunum gekk til Danmarkar. Komnir til Danmarkar fingu teir at vita, nær teir skuldu á pallin og so framvegis, og tað var ikki sørt, at tað kom eitt sindur óvæntað á dreingirnar, tá ið teir funnu út av, hvussu umfatandi festivalurin í veruleikanum var.

Festivalurin, sum fór fram í Aalborghallen, vardi sum áðurnevnt eitt heilt vikuskifti. Sjey pallar vóru, har tónleikabólkar framførdu, og so gingu áhoyrararnir runt og lurtaðu eftir teimum ymsu bólkunum


Stórt upplivilsi

Tað er eingin ivi um, at tað var eitt risa upplivilsi hjá ungu dreingunum at spæla á festivalinum, og tað var eisini við til at geva teimum blóð upp á tonna fyri at fara víðari við tónleikinum. Peachy Bounder gjørdist ikki bert ein bólkur, sum tók lut á festivalinum. Farna vikuskifti var hann eisini við í Prix Føroyum í Miðvági, og tað var eftir, at teir høvdu verið á pallinum har vesturi, at Yngd hitti teir fýra ungu havnadreingirnar.

Eftir at hava verið á palli fyri stórari fjøld í Føroyum eisini, søgdu teir fýra, at tað somuleiðis var eitt stórt upplivilsi at verða við í Prix Føroyum. Áskoðarafjøldin í Miðvági tók væl ímóti teimum, og tað var stuttligt at síggja, hvussu væl ungu dreingirnir tordu at standa á palli. Hetta er jú ógvuliga umráðandi hjá tónleikarum, sum vilja fram, og Peachy Bounder hevur uttan iva eina bjarta framtíð fyri stavn.