Vóru við í '70

Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Ísrael nú hevði søguliga møguleikan at gerast partur av HM-endaspæli, og at hetta var nakað, sum tjóðin ongantíð áður hevði roynt.
Hetta var tó ikki heilt rætt. Ísrael var í 1970 við í HM-endaspælinum, men tá var tað ikki sum partur av UEFA. Landafrøðiliga liggur Ísrael ikki soleiðis fyri, at teir av sær sjálvum eru sjálvskrivaðir sum UEFA-land, men hetta varð av ymsum ávum broytt, soleiðis at landið í 1994 gjørdist partur av UEFA. Tí er møguleikin kortini søguligur hesaferð, tí landið stendur fyri fyrstu ferð við møguleikanum at spæla seg víðari úr undankappingarbólkunum innan UEFA.