Niels Viggo Niclassen var væl nøgdur aftaná trygga 33-22 sigurin.
- Vit vistu, at tað óivað fór at fara okkara veg. Serliga tá ein hugsar um, at KÍF manglar so góðar leikarar, sum Gert og Rógva. Teir eru heilt greitt bestu leikarnir hjá KÍF, og uttan hesar báðar eru KÍF nógv skerdir.
Niels Viggo heldur eisini, at H71 hevur ein góðan liðanda, og menn eru fúsir til venjingar.
- Vit hava tað gott og stuttligt saman. Og tað er sjálvsagt. Eingin hevði tímað at vant 5 ferðir um vikuna, um tað ikki hevði verið stuttligt. Vit hava eitt lið, sum kann vinna á øllum. Okkara vánaligasta úrslit hevur verið eitt tap uppá 3 mál. So tað skal nógv til fyri at koppa okkum.
- Vit vóru væl betri størsta partin av dystinum. Men vit hava altíð svartar periodir, har vit hava ein málturk uppá 5-6 minuttir.
Her sipar Niels Viggo til fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, tá KÍF togaði eg frá 9-17 til 12-17. Men løtu seinni vóru teir í H71 við aftur, og støðan var 21-12. Men deyða løtan kostaði ikki H71 dýrt í hesum dystinum. Tað er sjálvsagt, tað tá ein hevur eina greiða leiðslu, og sigurin er heima. So spennir ein ikki bogan só nógv. Spurdur, um hann hevði verið við í einum dysti við seks ymiskum málverjum áður, svaraði hann, at tað hevði hann ikki roynt áður í hondbólti. Og tað var forkunnugt. Niels Viggo helt, at unglingarnir hjá KÍF, sum leiktu síðsta korterið góvu teimum skarpari gang, enn teir eldru leikarnir. Hann helt, at serliga Tony Dam leikti væl. Hann hevði eisini góð orð at bera unglingamálverjanum hjá H71, Johann Hofgaard, sum hevði nógvar góðar bjargingar.
- Hann verður góður hjá okkum at hava á liðnum, tá Jens Skipagøtu gevst eftir lokið kappingarár.”










