TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Per Klarup, venjara hjá Stjørnuni, aftaná Per Klarup hevði sæð sínar leikarar tapt 23-31 (13-16) ímóti VB suðuri í Vági í dysti í bólki 2 í Faxe Kondi steypakappingini. Úrslitið merkir, at Stjørnan er úti av kappingini.
Per Klarup harmast allar teir brendu málmøguleikarnar, og hann ásannar, at hansara leikarar vóru ov fjálturstungnar í teimum avgerandi støðunum.
Per Klarup heldur tó, at hann hevur ein ungan og evnaríkan hóp, og hann heldur, at talan er um ein spennandi arbeiðssetning norðuri í Klaksvík.