Vóru noydd at seta eitt mark

- Eg skilji væl atfinningarnar frá formanninum í Pedagogfelagnum, men hann skal endiliga ikki aftra seg við at siga sína hugsan, heldur Løgmaður

Visjón 2015
 
- Tað er skilligt, at formaðurin í Pedagogfelagnum er vónbrotin. Men tað merkir als ikki, at hann skal føla seg útihýstan.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vísir ikki atfinningunum hjá Jarvin Feilberg Hansen, formanni í Pedagogfelagnum, í Sosialinum ígjár, heilt frá sær.
Formaðurin í Pedagogfelagnum fýlist á, at felagið ikki hevur fingið umboð í visjóns-arbeiðsbólkar, sum skulu arbeiða við málum, sum hava við smábørn og barnafamiljur at gera, tí tað helt hann var sjálvsagt.
Yvirhøvur helt, hann, smábørnini og barnafamiljurnar høvdu fingið ov lítla rúmd í Visjónini.
Løgmaður sigur, at formaðurin í Pedagogfelagnum er ikki einsamallur um at føla seg útihýstan, tí tað eru tað eisini onnur sum gera og tað sjónarmiðið virðir hann.
Men hann leggur dent á, at tá ið teir ymsu arbeiðsbólkarnir vórðu settir, var tað við vilja, at teir vórðu gjørdir smáir.
­- Royndirnar vísa, at smáir arbeiðsbólkar eru teir mest effektivu og tí sita fá fólk í hvørjum bólki.
Men ein avleiðing av tí er so, at tað avmarkað, hvørji áhugamál kunnu verða umboðað í hvørjum arbeiðsbólki.
­- Tá ið vit settu arbeiðsbólkarnar, brúkti landsstýrið nógva tíð upp á at finna fram til nøkur fólk, sum vit hildu, kundu seta nakrar áhugaverdar málsetningar fram í sambandi við teir ymsu grundarsteinarnar undir Visjónini.
­
Skulu endiliga ikki aftra seg
Løgmaður heldur, at tað slepst ikki undan, at summi føla seg útihýst ella at onkur heldur, at arbeiðsbólkarnir áttu at verið øðrvísi mannaðir.
Men hann leggur samstundis dent á, at fyri tað um Pedagogfelagið ikki er við í nøkrum arbeiðsbólki, so má tað endiliga ikki fáa formannin at aftra seg við at siga sína hugsan um teir ymsu  tættirnar í visjónini.      
- At arbeiðsbólkarnir eru mannaðir, sum teir eru, má undir ongum umstøðum uppfatast sum um, at ongin annar sleppur at hava eina meining um tey ymsu viðurskiftini.
Løgmaður vísir á, at umframt teir ymsu arbeiðsbólkarnar, er eitt visjónstorg skipað við 24 fólkum, sum umboða ymisk sjónarmið og sum skulu siga sína hugsan um ymsar tættir í Visjónini.
- Tað eru heldur ikki øll áhugamál umboðað í visjónstorginum. Men torgið hevur ikki heilt fasta manning, tí alt eftir, hvørji mál eru til umrøðu, ber tað til at fáa skifta manningina í torginum út og at fáa fólk inn, sum hava serligan áhuga í teimum ávísu málunum, sum eru til viðgerðar.
Løgmaður vísir eisini á, at á heimasíðuni hjá Visjón 2015, ber eisini til at siga sína hugsan.
- Tað, sum er mest umráðandi, er, at ongin má sita eftir, uttan at hava fingið høvi til at siga sína meining.
 
Máttu velja burturúr
Annars er løgmaður ikki heilt samdur í, at smábørnini og húski við børnum hava fingið ov lítla rúmd í Visjónini.
- Tað er mikið møguligt, at summi økið skuldu verið sjónligari. Men tað er eisini neyðugt at seta eitt mark, tí annars verður ætlanin alt ov umfatandi og fevna vit alt ov víða, er vandi fyri, at onki kemur burturúr nøkrum. Tí er neyðugt at taka nøkur øki burturúr, men tað merkir ikki, at tað ikki eisini eru onnur øki, sum hava so stóran týdning, at tey áttu at verið við.
Men ein av teimum heilt týdningarmiklu grundarsteinunum undir Visjónini er nettupp útbúgvingar. Annars er vælferðin ein helt grundleggjandi hornasteinur og alt, sum eitur vælferð, er so umfatandi, at tað sita heilt serligir arbeiðsbólkar og arbeiða við øllum teimum økjunum burturav, sigur løgmaður.
Heimasíðan hjá Visjón 2015, er www.visjon2015.fo