Vóru nógv grammari

Finnur Justinussen er aftur einsamallur toppskjútti í Vodafonedeildini, eftir at hann í gjár varð noteraður fyri síðsta av teimum trimum málunum hjá Víkingi ímóti EB/Streymi.

– Tað er altíð deiligt at vinna, og at vit nú kudu gera tað við trimum málum, ger tað bara enn stuttligari, segði hann stutt eftir dystin í Sarpugerði.

– Vit vóru nógv grammari og vildu gjarna vilja dystin, so vit góvu alt, sum vit høvdu. Serliga í fyrra hálvleiki vóru vit betri enn teir, og eg haldi, at vit spældu betur og stríddust meira enn teir.

Finnur er bjartskygdur undan síðstu dystunum, har tað verður upp til teir sjálvar í Víkingi, um teir í øllum førum skulu røkka næstfremsta plássinum:

– Nú er bara at koyra á og geva alt. Vit skulu bara vinna allar okkara dystir, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, segði hann.