– Hetta var spennandi og nervapirrandi, men tað var keðiligt, at vit ikki skuldu klára tað. Kanska var munurin, at tær í SÍ eru vanar við at vinna, meðan vit kanska vóru bangnar, segði liðformaðurin hjá Mjølnir, Eina Kalsø.
Hon hevur tó ikki mist allar vónir, hóast tað ikki gekk ímóti SÍ hesa ferð, og hon segði, at tær í Mjølnir framvegis trúgva upp á framhaldandi framstig og eisini ætla sær at koppa SÍ til síðst.
– Sjálvt um vit taptu í dag, so spældu vit ein góðan dyst, og tí kunnu vit ikki vera ov keddar, men mugu bara koma aftur. Sum støðan sær út nú, gjørdi tað kanska ikki so nógv, at vit taptu fyri SÍ, men øll hini liðini eru eisini góð, so nú mugu vit bara royna at vinna á øllum, segði Eina Kalsø.










