Vóru ikki nóg skarpir

Kviki vongspælarin hjá Skála, Alexandur Johansen, helt eftir dystin, at tað nú sær svart út hjá Skála við møguleikanum fyri at ogna sær gull í ár.
Alexandur helt, at Skála eins væl kundi verið á odda í hálvleikssteðginum, men hann ásannar, at tann neyvleikin, ið liðið hevði framman fyri málinum hjá mótstøðuliðunum fyrr í ár, als ikki var til staðar mikukvøldið.
- Vit eru ikki nóg skarpir, tá ið høvi býðst. Samstundis krevur spælistílurin hjá okkum sera nógva orku, og tað merkja vit væl í seinna hálvleiki, segði Alexandur eftir dystin. Hóast Skála hevur ligið á odda ein stóran part av kappingarárinum, hava teir ongantíð havt teir heilt stóru gulldreymarnar, sigur Alexandur. - Okkara fyrsta mál undan kappingarárinum var at sleppa undan botnstríðnum. Nú er málið so at verða millum fýra tey fremstu liðini, og klára vit at halda triðjaplássið, sum vit hava í løtuni, eru vit væl nøgdir, segði Alexandur Johansen at enda.